» Skip to content

Um THING-verkætlanina

Áðrenn vit høvdu lóggávuting okkara, áðrenn vit høvdu hægsta rætt, áttu vit tingini. Verkætlan okkara snýr seg um vitanarskifti um, hvussu vit varðveita og menna hesar staðir, sum eiga søguna um upprunan til norðurlendsku fólkaræðini í sær.

Project Partners at Gulatinget, Norway © Frank Bradford Project Partners at Gulatinget, Norway © Frank BradfordZoom THING-verkætlanin er ein trý ára tvørtjóðalig verkætlan, sum er fíggjað av Northern Periphery Program hjá ES við samstarvsfeløgum í Noregi, Íslandi, Føroyum, Hetlandi, Orknoyum, skotska hálandinum og Man. Northern Periphery Program miðar eftir at stuðla útjaðaraøkjum og fjarskotnum samfeløgum í norðastu pørtum í Europa at menna sínar búskaparligu, samfelagsligu og umhvørvisligu møguleikar. Verkætlanin hevur fingið í lag eitt netverk, sum skal granska og fremja felags bond millum norðureuropeiskar tingstaðir og leggja lunnar undir burðardyggar handils- og ferðavinnumøguleikar í einstøku økjunum, sum eru í samstarvinum.

Vit hava gjørt eina felags ætlan, har vit tulka og á fremjandi hátt lýsa tingstaðirnar í øllum netverkinum. Hóast hvør staður hevur síni serligu drøg, verður ótti borin fyri tí sama, eins og avbjóðingarnar eru tær somu, og vit kunnu fáa virðismikið innlit við vitanarskifti og vitan um, hvørjar varðveitslustrategiir verða fylgdar á hvørjum stað. Samstarvsfelagarnir hava kastað saman og skift um kunnleika fyri at gera útbúgvingarligt og tulkingarligt tilfar og virksemi. Við at nýta nýskapandi netgrundaða tøkni og sosialar miðlar hava vit bygt upp og royna ymsar hættir at vekja varhuga og miðla kunningartilfar.

Eitt av høvuðsendamálunum við verkætlanini er at gera henda netportal, sum skal vera hjartatátturin í allari kunning til teirra, ið leita eftir upplýsingum um hvørt einstakt stað og um landspartarnar hjá teimum ymsu samstarvsfeløgunum. Vit kanna eisini møguleikarnar fyri einaferð at fáa eina felags tilnevning um varðveitingarverdan arv frá UNESCO (UNESCO World Heritage nomination), sum er knýtt at teirri, ið Ísland hevur fyri Tingvøllir.

Til tess at røkka hesum málum hava vit:

  • Skipað fyri eini røð av altjóða verkstovum, fyrilestrum og ástaðarvitjanum til tess at styrkja netverkið og áhugan fyri støðunum. 
  • Kannað, hvussu netgrundaðar skipanir til verkætlanarleiðslu og sosial netverk kunnu verða nýtt til tess at lætta um samstarvið millum partarnar í netverkinum og onnur áhugað, og hvussu áhugi fyri støðunum kann verða styrktur. 
  • Ment felags tulkingar- og útbreiðsluætlanir fyri, hvussu kunningin um støðini verður miðlað.
  • Gjørt eina almenna heimasíðu, ið er hjartatátturin, sum øll onnur viðkomandi kunning um tey ymsu støðini, snýr seg um. Heimasíðan kunnar eisini um burðardygga ferðavinnu.

Far á www.thingproject.eu at vita meir um THING-verkætlanina

Nýggjastu tíðindi

RSS

The THING Sites GeoTour

The THING Project has teamed up with the folk over at geocaching.com to create an official Thing Sites GeoTour.

Verkætlanarfíggjan