» Skip to content

Thingvellir National Park, Ísland

Tingvøllir er týdningarmesti søguligi mentanarstaður í Íslandi. Her varð Altingið stovnað 930, og í meir enn 850 ár líka til 1798 komu fólk saman á hesum stað.

Altingið var fundarstaður fyri alt landið, og góðar skrivligar frágreiðingar, ið kunnu tíðarfestast heilt aftur til tingsins uppruna, eru til. Tingsetan var á leið tvær vikur um árið og varð hildin úti á serliga tveimum støðum, á Løgbergi og við Løgrættuna. Her vórðu lógir, kunngerðir og stevningar bornar fram. Fólk hildu røðu, løgdu fram sjónarmið og gjørdu uppskot. Varð veðrið vánaligt, fóru tingingarnar fram í kirkjuni.

Løgsøgumaðurin (løgmaður) stóð á Løgbergi og var formaður fyri tingingunum, og hann skuldi minnast og duga at siga lógirnar. Fólk komu úr øllum landinum og reistu fyribilsbústað á staðnum, sokallaðar búðir við flagtekju og laðaðum veggjum við ullintum klæði innan. Enn á døgum síggjast toftirnar av hesum bústøðum á Tingvøllum.

Ógreitt er, júst hvar Løgberg og Løgrættan vóru. Skjøl frá 13. øld siga Løgberg vera onkustaðni á eystaru trom á Almannagjógv og Løgrættuna møguliga á plássinum framman fyri hana, annaðhvørt norðan fyri ella eystan fyri Øksará. Staðanøvn sum Drekkingarhylur (Drukningarhylur) og Gálgasteinur varpa eisini ljós á heldur døkkar síður av sakarmálunum.

Tingvøllir eru bæði søguliga og fornfrøðiliga størsti og mest týðandi tingstaðurin í Norðureuropa. Umframt tær sjónligu toftirnar, kundi útgrevstur varpað nýtt ljós á staðin, og hvørjar broytingar honum hava verið fyri – upplýsingar sum neyvan eru at fáa nakra aðra staðni.

Í 1930 vórðu Tingvøllir útnevndir til tjóðargarð, og ein lóg samtykt, sum staðfesti Tingvøllir vera “ein friðaðan halgistað hjá øllum íslendingum, hina æviga ognina hjá íslendsku tjóðini, sum altingið varðveitir, og sum aldrin kann verða seld ella sett í  veð”. Í 2004 varð mentanarligi virðið á staðnum viðurkent, tá ið tjóðargarðurin kom á listan hjá UNESCO fyri varðveitingarverdan arv.

Smærri ting

Delegates ride to the Althing © Frank Bradford Delegates ride to the Althing © Frank BradfordZoom Altingið á Tingvøllum var partur einum størri rættarligum netverki við smærri økistingum. Fyrstu økistingini vórðu stovnað á Tórsnesi (Snæfelsnes í Vesturíslandi) og á Kjalarnesi (í Útsynningsíslandi) 900 e.Kr. Ivaleyst vóru onnur ting hildin um somu tíð, hóast eingi eru nevnd í søguligu heimildunum. Um leið 965 varð Ísland skift í fjórðingar. Hvør fjórðingur hevði trý økisting uttan norðari fjórðingur, sum hevði fýra, og tí vórðu tey 13 í tali.

Eftir at Altingið var stovnað, fingu vártingini eina týðandi og meir staðfesta støðu. Tey vórðu skift í tvey, eitt dømandi og eitt útinnandi ting, og tingsetan í mai kundi vara einar tvær vikur, meðan semjur vórðu gjørdar um skyldir og trætur. Hásummar- ella heystting vórðu vanliga hildin ein ella tveir dagar í juli ella august, tá ið fólk komu aftur av Altingi. Tá vórðu avgerðir tiknar á Altingi kunngjørdar og viðgjørdar, men eingin rættaravgerð tikin.

Tingvøllir í íslendingasøgum

Stories about the Althing feature in many of the Icelandic Sagas, passed down by generations of storytellers © Frank Bradford Stories about the Althing feature in many of the Icelandic Sagas, passed down by generations of storytellers © Frank BradfordZoom Tað var ein dagin, tá ið menn gingu á løgberg, at høvdingarnir høvdu skipað seg soleiðis: Ásgrímur Elliðagrímsson, Gissur Hvíti, Gudmundur Mæti og Snorri Goði vóru uppi við løgberg; Eystfirðingar stóðu niðan fyri; Mørður Valgarðsson stóð hjá Gissuri Hvíta, mági sínum; Mørður var ógviliga væl mæltur maður. Gissur segði, at hann skuldi lýsa rættarmálini, og bað hann tala so hart, at allir máttu hoyra.

          Mørður nevndi sær vitni; - “eg nevni mær vitni til tess,” segði hann, “at eg lýsi hesa søk móti Flosa Tórðarsoni fyri tað, at hann leyp á Helga Njálsson á tí drápsstaði, sum Flosi Tórðarson leyp til Helga Njálsson og veitti honum heilasár, holsár ella mergsár, sum var til ólívssár, og sum Helgi fekk bana av. Fyri hetta lýsi eg hann at vera útlagnan skóggangsmann, sum eingin skal føða, flyta ella veita nakra hjálp. Góðs hansara lýsi eg fyrigjørt, helmingin til mín, og helmingin til teir fjórðingsmenn, sum eiga at taka við sektargóðsi eftir hann. Eg lýsi hesa drápssøk í tí fjórðingsrætti, sum søkin eigur at koma í eftir lógini. Eg lýsi lógliga lýsing, eg lýsi, so menn hoyra á løgbergi; eg lýsi til dóms í summar til fulla sekt fyri Flosa Tórðarson. Eg lýsi ta søk, sum Torgeirur Tórisson hevur latið mær upp í hendi.”

Á løgbergi var mikil rómur gjørdur, og sagt var, at Mørður hevði mælt væl og manniliga.

- Njáls søga (í týðing eftir Bjarna Niclasen (1966))

At hittast á Altingi hevur týðandi pláss í mongum íslendingasøgum. Brotið omanfyri, sum lýsir, hvussu eitt mál varð viðgjørt á tingi, er bert eitt av fleiri í Njáls søgu. Bæði Laksdøla og Eyrbyggja søga nevna trúarskiftið til kristindóm í Íslandi á Altingi, og í Grettis søgu ætlar Tórbjørn Ongul at leggja høvur Grettis fyri Altingið sum prógv um, at hann hevur dripið hann. Tórbjørn læt seg tó tosað frá hesum. “Tað er ikki ráðiligt, tí nóg nógvir munnu vera mótstøðumenn tínir, tó at tú gert ikki slíkar áminningar til tess at vekja upp harm manna."

HVAT ER NÆRHENDIS?

Tingvøllir eru millum mest vitjaðu ferðamannamál í Íslandi við fleiri túsund ferðafólkum hvørja viku. Staðið er partur av navnframa “Gylta ringinum”, sum er ein 300 km long leið kring fleiri av kendastu støðunum í Íslandi. Umframt tingstaðin fevnir tjóðargarðurin eisini um eitt stórfingið landslag, eitt kavingarstað, ið telist millum heimsins 10 bestu og framúr góðar møguleikar fyri sílaveiði.

Best umtókta ferðamannamálið í Íslandi, Árnnes sýsla kann breggja sær av eini ørgrynnu søguligum støðum og undurverkum í náttúruni. Her er jarðarhiti í brennidepli eins og nøkur av týdningarmestu søguligum støðum í søgu Íslands.

Haukadalur, økið við jarðarhita

Her er Geysir, sum uttan iva er heimsins kendasta goskelda. Tá ið hann var virknastur, spýtti hann skoldandi heitt vatn einar 60-80 metrar upp í loft. Nú á døgum er ein rúgva av goskeldum á plássinum, og virknasta goskelda er Strokkur, ið goysir annan ella triðja hvønn minutt.

Gullfossur

Stórfingni Gullfossur við sínum fossandi duni er í veruleikanum tveir fossar, tann ovari við 11 metra fallhædd og hin niðari við 21 metra fallhædd.

Skálholt

Fornur stórbóndagarður og gamalt biskupssetur, sum verður tíðarfest til 1056. Í øldir var skúlin á staðnum, Skálholtsskúli, fremsti útbúgvingarstovnur í landinum. Skálholt er nakað heilt fyri seg og eigur oddasess, tá ið tað snýr seg bøkur og handrit úr miðøld, tí tað var á hesum stað, at miðaldarritini, sum í dag eru á bókasavni, vórðu skrivað og varðveitt. www.skalholt.is

Þjórsárdalur (Tjórsáardalur)

Eftir landnám, tíðin tá ið frælsu norðbúgvarnir bygdu lýðveldið Ísland, var Þjórsárdalur grasgrógvin og gróðrarmikil við á leið 20 gørðum, men í 1104, tá ið Hekla fór at goysa, varð dalurin lagdur í oyði. Garðarnir, sum vórðu huldir í gosøsku, hava verið eitt satt gullnám fyri fornfrøðingar. Í minsta 40 bygningar eru komnir undan kavi higartil, og hin best varðveitti teirra vóru bóndahúsini á Stong. Í 1974 var ein eftirgerð bygd til minnis um 1100 ára dagin fyri landnám Íslands. www.thjodveldisbaer.is

Langjøkul

Til ber at síggja næststørsta jøkul í Íslandi frá Gullfossi, og væl ber til at kanna hann nærri við superjeppum og kavaskutarum.

Kaving við Silfragljúfri (Silvraglyvri) 

At kava í hjartað á Tingvøllum er ein fantastisk uppliving. Silfra er eitt hitt besta kavingarstað í Íslandi, og mong fólk halda glyvrið vera millum heimsins serstøku. Vatnið í Silfra er so reint og óspilt, tað fær verið, og altíð ber til at drekka av tí, tá ið kavað verður. Tvinnar orsakir eru til klárleikan: vatnið er kalt (2°C - 4°C all year), tí tað er bræðingarvatn frá einum jøkli, sum er 50 km burtur, og hevur havt fleiri ár um at fara gjøgnum lavalendi, áðrenn tað sum kelda vellir upp í norðara enda á Tingvallavatni. Ein røð av kavarafyritøkum skipa fyri túrum til Silfra og eru at finna álinju.

Reykjavík

Tingvøllir eru bara 45 km uttan fyri høvuðsstaðin, Reykjavík. Býurin hevur sjáldsama nógv at síggja og uppliva, alt frá eini røð av søvnum og listaskálum til eina ótrúliga rúgvu av handlum, kaffihúsum, yðjandi náttarlívi, áhugaverdari byggilist og uttanduratiltøkum http://www.visitreykjavik.is

KUNNING TIL VITJANDI

Opið alt árið. Ókeypis atgongd.

Location

Contact Info

Thingvellir National Park
801 Selfoss
Tel: 00-354-482-2660
Fax 00-354-482-3635
Email thingvellir@thingvellir.is

UPPRUNI/NAVNALÝSING

Old Norse Þingvöllr: field of the parliament

Verkætlanarfíggjan