» Skip to content

Tynwald Hill, Man

Tynwald Hill (Tingvallarheygur) í St. Johns er aldagamli fundarstaðurin hjá løgtinginum á Man, sum hevur røtur, ið ganga longri aftur enn fyrsta túsundáraskiftið e.Kr.

Heyggurin í trøpputum sniði er gjørdur. Hann er um leið 25 m í tvørmáti við grundstøðið og 3,6 m høgur. Søga hansara gongur aftur til síðst í fornøld, tá ið fyrstu ábendingar um almenn ting eru at hóma. Seinni, tá ið ein konglig miðstøð tók at vaksa í Neb valley, sum er nærhendis, fekk staðurin størri týdning, og beint eftir túsundáraskiftið varð Tynwald Hill nýttur sum tjóðarligur tingstaður.

Tingið er framvegis virkið, og í 1979 var túsundárahald fyri tinginum, sum hevði virkað uttan íhald. Nú á døgum kemur The Tynwald Court (tingrætturin, men tað, ið svarar til okkara løgting) saman triðja týsdag í mánaðinum í modernaða høvuðsstaðnum í oynni, Douglas. Men eina ferð um árið, tann 5. juli, er hátíðarhald og almenn tingseta á Tynwald Hill. Hesin dagur er tjóðarhátíð í oynni, og lógirnar, sum eru samtyktar í farna ári, verða sagdar bæði á mangæliskum og enskum.

Tingstaðurin, Tynwald Hill, er so statt eitt av týdningarmestu fornminnum í oynni, men er kortini ikki bara ein ímynd um ríka arvin hjá fólkinum á Man, tí hann hevur eisini nútíðarligan týdning sum staður, har lív og mentan hjá samfelagnum verður myndað.

Tynwald Day

Tynwald Day ceremony, 2005 Tynwald Day ceremony, 2005Zoom Tynwald Day er 5. juli, og fólk í túsundatali koma saman. Eitt umboð fyri bretska kongshúsið, vanliga vararíkisstjórin (the Lieutenant Governor), stjórnar hátíðartingsetuni, meðan tingið, embætisfólk og heiðursgestir er savnað á Tynwald Hill ella nærhendis. Høvuðsørindini eru at kunngera nýggju lógirnar, sum eru samtyktar í farna ári, og at geva fólki høvi at seta fram persónlig kærumál. Dagsins hátíðarhald er eitt framhald av teirri almennu tingsetuni, sum verður hildin at hava meir enn 1000 ár á baki. 

Skrúðgongan

Hátíðarhaldið, sum fer fram úti, byrjar við skrúðgongu mannað við the Guard of Honour, Military Band og Standard Bearers saman við umboðum fyri skúlar og aðrar felagsskapir av Man. Tá ið vararíkisstjórin stígur fram, verður tað markað við eini hópflogssýning frá RAF, og síðan skoðar hann herin og leggur krans við krígsminnisvarðan, áðrenn tøgn verður hildin í ein minutt, og so fer hann saman við tingfólki, øðrum tignarfólki og innbodnum til gudstænastu í Royal Chapel (kongliga kapellinum)

Lógirnar verða kunngjørdar

King George VI and Elizabeth on Tynwald Hill, 1945 King George VI and Elizabeth on Tynwald Hill, 1945Zoom Eftir gudstænastuna ganga tinglimir og luttakandi eftir Processional Way (skrúgongugøtuni) niðan á Tynwald Hill, har tey sessast eftir ávísari skipan við vararíkisstjóranum, embætisfólki hansara og løgrættuni (hægsta myndugleika á Tynwald) ovast, og teimum á baki koma valdu tinglimirnir (við minni myndugleika á Tynwald). At enda koma almenn embætisfólk, borgarlig tignarfólk og umboð fyri kirkjuna, og niðri á fjórða stigi eru plássini løgd burturav til prestar í ensku kirkjuni, og tveir pultar til the Deemsters (løgsøgumenninar) eru eisini har.

Vararíkisstjórin áleggur fyrsta løgsøgumanni at skipa fyri, at rætturin verður settur við orðunum “Fencing of the Court” (tingið verður biðið um at vísa góðan fundarsið), áðrenn lógirnar verða kunngjørdar. Fyrst løgsøgumaður sigur tær fyrst á enskum og annar løgsøgumaður á mangæliskum. Vararíkisstjórin býður síðan einum og hvørjum at seta fram kærumál, um tey hava eitt. Henda einfalda, men gamla mannagongd hevur við sær, at kærur verða bøttar, og kann beinleiðis úrslita í lógarsamtykt. Eftir tinghaldið, savnast lóggávutingið til fundar í Kapellinum at skriva undir lógarkunngerðirnar og viðgera onnur tingmál.

HVAT ER NÆRHENDIS?

Royal Chapel of St John the Baptist © Frank Bradford Royal Chapel of St John the Baptist © Frank BradfordZoom Royal Chapel og the Fairfield

Ein gøta knýtir saman Tynwald Hill og the Royal Chapel of St John the Baptist 115 m eystanfyri. Bæði heyggurin og kapellið eru innan fyri bakaðan garð, ið er dánaður sum handvekt. Rundan um garðin er opið pláss – the Fairfield (Fløtan fagra).

Tynwald Hill, the Chapel og the Fairfield eru øll somul tætt við vestara enda á einum natúrligum háslætta úr eyri, sum stingur seg upp millum tvær greinar av ánni Neb einar 3 km í ein landssynning úr elligamla býnum Peel. Hesin háslætti er umframt alt annað, ið longu er nevnt, kendur fyri sínar mongu fornfrøðiligu útgrevstrir. Tann elsti er ein gravkista úr gróti ella eitt gravkamar kent sum Follagh y Vannin, sum er beint vestan fyri smala bygdavegin frá St. Johns runt um baksíðuna á Tynwald Hill til Glenooar. Gravkistan úr gróti verður tíðarfest til tíðliga í bronsuøld, um leið 2000 f. Kr., og hevði upprunaliga verið heygsett og huld av mold, steini og flagi.

Tynwaldsýningin í bygninginum næst Chapel of St John lýsir søguna og hátíðarhaldið á Tynwald Hill. Vitjanir til tinghúsið, Tynwald High Court, the House of Keys og Council Chambers kunnu fáast í lag við at ringja til 00 44 624 685520 ella telduposta library@tynwald.org.im

Borgir 

Tað merkisverda Peel Castle og skansin á oynni St. Patrick’s Isle. Peel verður tíðarfest frá 9. øld til 19. øld.

Castle Rushen, Castletown er ein sjáldsama væl varðveitt borg, sum setur sín serliga dám á gamla høvuðsstaðin í oynni. Hon varð bygd í 12. øld og í nýtslu til 19. øld.

Tynwald in the 1950s Tynwald in the 1950sZoom Søvn og framsýningar

The Manx Museum í Douglas lýsir landslagið, fornfrøðina, samfelagssøguna, náttúrusøguna og listina á Man, eins og tað eisini fevnir um landsbókasavn og landsskjalasavn.

The House of Manannan í Peel sigur søguna um keltar, víkingar og sigling og sjómansskap á Man, og tað er gandkendi verjin hjá oynni, Manannan, ið leiðir og lærir teg søguna.

Fornfrøði 

Man hevur eitt ríkidømi av fornminnum. Millum áhugaverdu støðini eru búsetingar frá jarnøld og víkingatíð við The Braaid, millum Douglas og Foxdale, (http://www.iomguide.com/braaid.php), eisini er ein jarnaldarskansi við serligum heyggi, umframt kapell, gravir og skipsjarðarferð nærhendis Balladoole millum Castletown og Port St Mary.  (www.iomguide.com/balladoole.php)

Garðar og lundir

Njót gongutúrin gjøgnum Tynwald National Park and Arboretum í St John’s, sum varð plantað eystan fyri og norðan fyri Tynwald Hill fyri at hátíðarhalda ártúsundskiftið á Tynwald. Beint vestan fyri Tynwald Hill eru garðarnir við Cooil y Ree í St. John’s. 

Matur og drekka

The Tynwald Hill Inn í St John’s er ein rættilig ølstova við mati og livandi tónleiki. Hví ikki eta á Tynwald Hill Tearooms í St. John’s, sum er matstova við skeinkiloyvi, ið borðreiðir við nýggjum og feskum mati úr oynni. Til ber at fáa lættan miðmála, heimabakaða kaku, skons og ymisk sløg av budingi. Tynwald Mills í St. John’s, sum er ein umbygd mylla norðan fyri Tynwald Hill, býður mat út av húsinum og í smásølu.

KUNNING TIL VITJANDI

Vitja oynna Man

Man er vøkur oyggj við bergtakandi landslagi, óspiltum sondum og eini róligari tilveru í Írska havinum millum Bretland og Írland. Tað bendir tankarnar aftur í tíðina til keltar og víkingar og frameftir til nútíðarligt samskifti og vinnulív. Sum tegnland hjá bretsku krúnuni verður Man stjórnað av sínum lóggávutingi – Tynwald Court – og er hvørki partur av Stórabretlandi ella europeiska samveldinum (ES). Tú hevur kanska hoyrt um tey trý beinini á Man (tjóðarímyndin), mankettan, TT-kappingarnar ella royktu sildina av Man: men kom og síggj Tynwald Hill, okkara víkinga-, kelta- og miðaldarstøð, royn nakrar gongutúrar í heyggjuta landslagnum, fram við fjøruni ella á sondunum, og síðan skalt tú njóta sjógæti, loaghtan lambskjøt, ost og øl av Man.

Location

Contact Info

Isle of Man Tourism Division
Department of Economic Development
1st Floor St George's Court
Upper Church Street
Douglas
Isle of Man
IM1 1EX

Tel: 00 44 1624 686766
Email: tourism@gov.im

UPPRUNI/NAVNALÝSING

Á norrønum þingvöllr: fløtan við tingstaði

Verkætlanarfíggjan