Lýsing av tingstøðum
-
Gulatinget, Noreg
Gulatinget Millennium Park er sýmbolskur tingstaður, ið læt upp í 2005 í sambandi við hátíðarhald fyri árligu tingsetanini á Gulanum frá um leið 900-1300 e.Kr. Í garðinum eru stórfingin listaverk eftir myndahøggaran Bård Breivik.
Read more -
Thingvellir National Park, Ísland
Tingvøllir eru týdningarmesti søguligi mentanarstaður í Íslandi. Her varð Altingið stovnað 930, og í meir enn 850 ár líka til 1798 komu fólk saman á hesum stað.
Read more -
Tinganes, Føroyar
Hellan á Tinganesi innan fyri Molan í Havn hevur verið heimstaður hjá føroyska løgtinginum í meir enn túsund ár.
Read more -
Tingwall, Hetland
Nesið við norðara enda á Tingwall Loch verður nevndur Tingaholm og var fundarstaður hjá hetlendska tinginum til einaferð síðst í 16. øld.
Read more -
Tingwalla, Orknoyggjar
Tingstaðirnir á Orknoyum eru heldur gátuførir. Fáar upplýsingar eru um teir, og tað, ið vit vita, stavar í høvuðsheitum frá gomlum søgum, tjóðminnum og heimildabrotum.
Read more -
Dingwall, Skotland
Tingstaðurin Dingwall verður hildin at hava verið har, ið parkeringarplássið Cromartie Memorial er nú
Read more -
Tynwald Hill, Man
Tynwald Hill (Tingvallarheygur) í St. Johns er aldagamli fundarstaðurin hjá løgtinginum á Man, sum hevur røtur, ið ganga longri aftur enn fyrsta túsundáraskiftið e.Kr.
Read more