Shetland Amenity Trust, Skotland
Shetland Amenity Trust er ein vælgerandi grunnur, ið stríðist fyri serliga søguarvinum og serligu mentanini í Hetlandi.
Hann hevur ábyrgd av at verja og menna fornfrøði, byggilist, skógarlendi, umhvørvi, staðanøvn og náttúruarv í Hetlandi eins og at tulka hetlendskan arv og hetlendska mentan. Grunnurin umsitur fornminnasavnið og skjalasavnið í Hetlandi og stuðlar netverkinum fyri bygdarsøvn kring oyggjarnar. Síðan 2009 hevur grunnurin eisini havt ábyrgd av átøkum, sum skulu fremja áhugan fyri at vitja, búgva, arbeiða og lesa í Hetlandi.