» Skip to content

Dingwall, Skotland

Tingstaðurin Dingwall verður hildin at hava verið har, ið parkeringarplássið Cromartie Memorial er nú

Fólk vita lítið um nakað ting her, og bara staðanavnið gevur ábending um, at tað einaferð hevur verið til. Lærd fólk hildu, at býurin var bygdur oman á staðin, og at hann bara fór at vera funnin av tilvild í sambandi við ein útgrevstur í framftíðini. Søgurnar siga einki um ting við Dingwall ella nakra aðra staðni í norðara parti av skotska fastlandinum. Gátan gjørdist ikki minni orsakað av, at fáar søguligar og fornfrøðiligar heimildir eru um víkingar og norrøna búseting á økinum, hóast ein rúgva av norrønum staðanøvnum eru um allan landspartin.

Søgur av mannamunni siga, at tingið var hildið í eystaru brekkuni við Gallows Hill (Gálgaheyg) einar 600 m vestan fyri miðaldarbýin. Men nýggjari søguligar rannsóknir hava avdúkað, at veruligi staðurin er heyggurin, har Cromartie Memorial nú er. Staðurin hevur mong av teimum eyðkennum, sum vanliga verða sett í samband við tingstaðir. Vøllurin næst heygnum (nú er ein bensinstøð har) var staðið, sum fólk møttust, tá ið tey komu at halda ting. Staðurin hevur eisini samband við Kirk, sum er nærhendis, og Gallows Hill var plássið, har deyðadómur varð útintur frá norrøna tíðarskeiðnum og frameftir.

Um leið 1710 setti Sir George Mackenzie fyrsti jallur av Cromartie eina stóra steinsúlu ovast á tingheyggin. Eftir deyða sín í 1714 varð hann grivin við síðuna av henni, og hetta hevur gjørt, at heyggurin hevur fingið frið og er har enn. Í 1917 var súlan farin at halla so hættisliga, at hon mátti verða flutt, og í 1923 varð hon skift út við eina smalri, sum er tann, ið framvegis er har. Í 1947 var stórur partur av heygginum javnaður fyri at gera pláss fyri vegi til parkeringarpláss. Í dag er bara høvuðsparturin við sjálvum gravstaðnum hjá jallinum eftir.

Tingstaðurin Dingwall's verður funnin aftur

Ground penetrating radar survey revealed evidence of a possible ditch running around the mound © Dr Oliver O’GradyÍ mong ár hevur tingið á Dingwall víst seg at vera ein gáta fyri søgufrøðingar og fornfrøðingar. Fyri stuttum vóru limir í Dingwall History Society førir fyri at greiða gátuna um staðsetingina. Svarið var í trimum skjølum, sum, tá ið tey vóru samlisin, umsíðir avdúkaðu staðið, har horvni tingstaðurin, Dingwall, var. Tað fyrsta skjalið, eitt frá 1503, lýsir, hvussu James hertogi av Ross læt allar jarðir sínar í Ross uttan tingfundarheyggin í Dingwall. Tað, at hann átti tingfundarheyggin, var nóg mikið til at lata hann hava hertogaheitið, og sigur hetta nakað um tann týdning, hetta stað framvegis hevði. Sambært hesum skjali var tingfundarheyggurin beint við síðuna av býnum heldur enn eitt sindur burturfrá, sum mangan varð hildið. Onnur slóðin er at finna í skeytinum hjá jallinum av Cromartie, sum er tíðarfest til 1672, har víst verður til eitt jarðarstykki í Dingwall við heitinum Hillyard. Ofta varð bara víst til tingfundarheyggir við at siga heyggur, og skjalið staðfestir hetta samband, tá ognin verður lýst sum “ye mute hill of Dinguall.”  Endaliga slóðin verður funnin í tingbók frá 18. øld, sum staðfestir, at Hillyard ella Yardhill er  “nú gravarstaður hjá cromartiefamiljuni”. Eisini betur kent sum Cromartie Car Park nú á døgum.

Hesir fundir hava gjørt, at fornfrøðiligt arbeiði er farið í gongd við tingstaðin við Dingwall á fyrsta sinni nakrantíð. Í 2011 varð ein kanning við GPR-radara gjørd áDr Oliver O’Grady and members of the Dingwall History Society survey the Cromartie Car Park © Dingwall History Society parkeringarplássinum. Úrslitini byrja at varpa ljós á hugtakandi fortíðina hjá hesum staði. Tey vísa umfatandi støddina á heygginum og okkurt, ið tykist vera ein gryvja, ið gongur allan vegin kring tingstaðin frá gomlu strondini, og einar møguligar dyr eru í ein útsynning. Eins og á Tynwald Hill á Man kann væl vera, at tingstaðurin Dingwall hevði tætt samband við kirkjuna, sum er nærhendis. Okkurt, sum kundi líkst eini brúgv ella byrging um gryvjuna, sæst á norðursíðuni móti kirkjuni, og okkurt bendir á ein veg, sum er farin undir heilt, sum gongur undir Church Street millum hesi bæði.

Onnur merkisverd eyðkenni fevna um eitt møguligt forsøguligt fornminni undir heygginum, og prógv eru enntá fyri, at viktorianskir útgrevstrir eru gjørdir, fyri at finna gravstaðin hjá George jalli av Cromartie. Hesi úrslit eru bara ein fyrsta freistandi, men fjar hóming av søguni um tingstaðin á Dingwall. Fleiri kanningar og útgrevstrar verða at avdúka meir um søguna, og ætlanir eru um at lata upp ein fornminnamiðdepil á staðnum, so fólk kunnu fáa alla søguna.

HVAT ER NÆRHENDIS?

Dingwall High Street featuring Dingwall Town House and the historic tollbooth tower

Dingwall

Dingwall er keypsstaður við drúgvari og ríkari søgu, ið gongur longri aftur enn til tíðina við norrønari búseting. Dingwall, sum er innarlaga í Cromarty Firth, varð í 1226 útnevndur til kongligan keypsstað, og býurin og umráðið kring hann er gjøgnumsúrgað av søgu. Hann er høvuðsbýur í landspartinum Ross-shire og hevur verið miðdepil fyri handil, umsiting og havt lóggávuvald síðan norrøna tíð, og enn sum áður er hann miðdepil fyri alt virksemi í landspartinum. Býurin hevur gott samferðslusamband, og lætt er at koma higar við bili, bussi ella súkklu. Aldrin hevur ligið betur fyri at koma og vitja.

Njót tað framúrskarandi fjølbroytta mentanar- og frítíðartilboðið, sum er her. Her er alt frá dugnaligum starvsfólki á býarsavninum (beint við the old Town House) til eitt stórt úrval av serhandlum, kaffistovum og handlum. Skjótt er at koma út á bygd til stórfingna náttúru og sleppa gongutúr í fjøllunum ella royna seg á gøtunum á fjallasúkklu. Dingwall er góð miðstøð, haðani til ber at kanna og royna tey mongu og áhugaverdu merkisstøðini í økinum.

www.dingwall.org.uk

http://www.highland.gov.uk/yourcouncil/yourward/ward09/

Colourful planters brighten up Dingwall High StreetRakstrarmannasýning (Dingwall & Highland Marts)

 Rakstrarmannasýningin The Highland Livestock Heritage Society's veitir innlit í týdningarmiklu søguna hjá rakstrarmanninum á hálendinum. Í juli 2008 setti Anna prinsessa sýningina, sum fevnir um eina skjalagoymslu, sum í elektroniskum líki og pappírslíki lýsir rakstrarmenninar út í æsir, umframt at sýningar á veggjunum fylgja slóðini hjá rakstrarmonnunum, tá ið teir fóru longu leiðina við neytum og seyði um hálendið til marknaðin.

http://www.dingwallmart.co.uk/HLHS/hlhsindex.htm

Strathpeffer
Fimm míl frá Dingwall er serstaki býurin, ein viktorianskur kurstaður, við síni óspiltu byggilist og the Highland Museum of Childhood á pallinum við gomlu jarnbreytarstøðina. Áhugaverdir gongutúrar tætt við fevna um the Pictish Eagle Stone og villiniborgina úr gróti.

www.strathpeffervillage.org.uk

KUNNING TIL VITJANDI

Kom higar ?Lætt er at koma til Dingwall bæði í bili ella loft- og sjóvegis. Staðið hevur egna jarnbreytarstøð við regluligum sambandi til Inverness. Haðani ber til at fáa skjúts til London og restina av Skotlandi. Av flogvøllinum í Inverness verður flogið til eina røð av støðum, og regluligt busssamband er millum flogvøllin og miðbýin. Regluligt busssamband er eisini frá bussstøðini í Inverness til Dingwall.

Location

Contact Info

UPPRUNI/NAVNALÝSING

Á norrønum þingvöllr: fløtan við tingstaðin

Verkætlanarfíggjan