» Skip to content

Gulatinget, Noreg

Gulatinget Millennium Park er sýmbolskur tingstaður, ið læt upp í 2005 í sambandi við hátíðarhald fyri árligu tingsetanini á Gulanum frá um leið 900-1300 e.Kr. Í garðinum eru stórfingin listaverk eftir myndahøggaran Bård Breivik.

Gulating var eitt av elstu og størstu tingum í Noregi, og hildið verður, at Haraldur Hárfagri kongur (872-932) setti tað á stovn. Bøndur komu higar at heilsa upp á kong, umrøða politisk mál, seta lógir í gildi og døma í trætum.

Upprunaliga var tað alting, ein fundarstaður har “allir frælsir og vápnaførir menn” høvdu rætt at vera. Seinni, tá umsitingarliga uppgávan varð víðkað, gjørdist tað løgting ella høvuðsfundarstaður fyri landspartarnar. Hvør landspartur útnevndi umboðsfólk til tingið; ein leistur, ið verður nýttur enn á døgum.

Fyrsti tingstaðurin var helst í bygdini Eivindvík nærhendis einastu miðaldarkirkjuni í Gulanum. Tveir steinkrossar frá sama tíðarskeiði sum kristniboðanin verða hildnir at vísa á tingstaðin. Við síni vík er Eivindvík væl vard og nærhendis eini góðari siglingarleið fram við strondini.

Í søgu Hákun Hákunarsonar kongs verður greitt frá, hvussu hann flutti tingið til Guloyar, ein stað uttan fyri garðin Flolid, har Millenniumstaðurin er nú. Seinni, um leið 1300, varð tað aftur flutt, hesa ferð til Bergens har Gulating lagmannsrett (Løgmannarætturin fyri Gulating) framvegis heldur til

The Rantzau book – Gulating law code The Rantzau book – Gulating law code Zoom Gulatingslógin (Gulatingslova) er elsta lógasavn í Norðurlondum, sum fólk vita um. Eitt upprunahandrit, nevnt Rantzaubókin, er varðveitt á Kongliga bókasavninum í Keypmannahavn.

Í 930 hevði Úlvljótur Gulatingslógina sum fyrimynd, tá ið hann skipaði Altingið í Íslandi. Seinni, í 1274, tók Magnus Lógbøtari og samskipaði lógirnar fyri tey fýra landspartatingini, Gulating, Frostating, Eidsivating og Borgating, í eitt lógasavn, ið fekk heitið Landslógin. Partar av hesi lóg og tískil eisini Gulatingslógini síggjast aftur í modernaðu stjórnarskipanini hjá Noregi.

Gulatingslógin

Gulatingslógirnar fevnir um 320 greinar, skiftar í 14 høvuðspartar við nøkrum fáum ískoytum, sum ikki eru talmerkt. Lógirnar snúgva seg um átrúnað (kristindóm), sáttmálar (jarðarsølu og –leigu), ognarviðurskifti (ogn), óðalsrættindi, hjúnalagslóg, arvalóg og revsirættarliga verju. Ett serliga týðandi brot snýr seg eisini um leiðang (leiðangur er herferð ella hermaður, men snýr seg í hesum høpi um strandarverju).

Lógirnar byggja á sannroyndir og eru skipaðar soleiðis, at tær lýsa ávísar umstøður og gera síðan av, hvør lóg skal galda í júst slíkum máli. Í mongum førum er óvist, hvørt lógin er ætlað sum ítøkiligt galdandi, ella um hon er nýtt til tess at lýsa eina alment galdandi reglu. Til dømis snýr ein lóg seg um hval, ið er rikin upp á land, og hon staðfestir, at kongur eigur helvtina av øllum hvalum, ið koma á land. Hetta kann vera knýtt at ávísum máli, men kann eisini snúgva seg um rættindi til reka á sjógvi og landi

Lógasavnið fevnir um lógir og løgfrøðiliga siðvenju, ið hevur vunnið hevd eftir langt tíðarbil. Í Gulatingslógunum eru heimildir um ymsar rættarsiðvenjur, - eisini tær lógir, ið Móses fekk á Sinaifjalli. Ensk løgfrøði hevði við Hákuni Góða stóra ávirkan á lógasavnið. Hann vaks upp í Onglandi hjá Athelstan kongi og kom aftur til Noregs og framdi fleiri tingábøtur. Enska ávirkanin sæst á teimum vakurt skrýddu síðunum í Rantzaubókini. Summir av skreytstavunum eru prýddir við grønum blekki, ein litur, sum bara enskir handritahøvundar nýttu í staðin fyri tann bláa og reyða, sum vanligt var fyri handritahøvundar úr Noregi og Svøríki hetta tíðarskeiðið. Gulatingslógin kom eisini at hava avgerandi týdning, tá ið íslendska altingið varð stovnað á Tingvøllum.

Tingstaðir í Sogn og Fjordane

Gulatingslógin nevnir tvey stig av tingum niðan fyri Gulating: fylkesting (fylkisting ella sýsluting) og fjordungsting (eitt fylkisting fevndi um fýra fjórðingsting). Hesi ting vóru fyri allar frælsar menn, tó at vit ikki hava nakrar søguligar heimildir, sum siga nakað um, hvussu tey hava virkað. Smærri tingstaðir røktu aðrar uppgávur t.d. vápnating, manntalsting, kongsting og skipreiðuting (skipreiða er pláss ella bygd, sum hevur skyldu at reiða út/gera út skip). Eftir øllum at døma hevur regluligt várting verið, men tingið kundi eisini verða kallað saman, tá ið onkur hevði orsøk til tess, og var tað við fimm nátta skotbrái. Heystting vita fólk eisini um.

Sannlíkt er, at smærri ting vórðu hildin á sama stað, tó at tey í ávísum førum vórðu hildin har málið hevði tilknýti, t.d. á drápsstaði ella á tí staði, sum var til umrøðu í sambandi við leigusáttmála. Hvar hesir tingstaðir vóru, vita vit í mongum førum framvegis ikki. Í Sogn og Fjordane eru í minsta lagi 40 staðanøvn við navninum ting, og hesi kunnu vera íkomin yvir eitt langt tíðarskeið. Navnið Tingheygur er rættiliga vanligt og bendir á tingstað úti. Frá 1500-1600 vórðu ting hildin inni, og frá hesum tíðarskeiði er ein rúgva av tingstovu-nøvnum.

Reed í Breim í Nordfjord er eitt dømi um tingstað við siðvenju langt aftur. Ein heyggjur er har, ið verður nevndur Tingheygur, og heilt fram til 1800 var tingstova eisini á staðnum. Neystið, ið er nærhendis, varð eisini rópt Tiendebua (Tíggjundarbúðin), tí tað var har, tíggjund varð latin.

HVAT ER NÆRHENDIS?

Eivindvik

Gulatinget Millennium Park (Túsundáragarðurin við Gulating) er einans 2 km frá miðbýnum í Eivindvík. Hiðan ber til at fara við snarferjuni til Bergen. Ella hví ikki gista á hotellinum í býnum (www.eivindvik-fjordhotell.no) og kunna teg um um landspartin? Vitja søguligu kirkjuna í Eivindvík, far og fiska ella rógv kano í Prestesundet. Nógvar ymsar og væl hildnar gøtur eru nær Eivindvík, so ein og hvør, sama hvør førleikin er, kann fara ein túr í hagan. 

Gulen Dive Resort

Fremsta kavingarstað í Noregi er við fjarðarmunnan á Sognefjord. Kavingarmiðstøðin hevur skeið á øllum stigum og gevur tær høvi at síggja eitt einastandandi djóralív undir vatnskorpuni, ella tú kanst kava á teimum støðum við flest skipsvrakum í Noregi. (www.gulendykkesenter.no) 

FjordKysten

Strandalandslagið í landspartinum Sogn og Fjordane, sum fevnir um Gulen og Sognefjord sunnanfyri og Bremanger í Nordfjord norðanfyri, er ógvusligt við ríkum djóralívi, og eitt satt søguríkidømi bíðar eftir at koma í ljós. Ger oyggjagleiv (island hopping), surfa á aldunum í Norðsjónum ella far ein túr á ocean rafting við ýlandi ferð (www.fjordguiding.com). Far gongutúr niðan í fjøllini ella vel tær ein av mongu sandum okkara og far og fiska ella bint bara púra frið. Sama hvat tú vilt, so munnu vit hava okkurt tær dámar.

Sognefjord

Longsti og djúpasti fjørður í Noregi, Sognefjord, er mitt í norska fjarðalandinum og røkkur 200 km inneftir til tjóðargarðarnar, Jotunheimen og Jostedalsbreen. Tjóðargarðurin Jotunheimen er kendur fyri síni høgu fjøll, jøklar og djúpu vøtn og er væl egnaður til gongutúrar og skíðtúrar. Útivið helmingurin av tjóðargarðinum Jostedalsbreen er huldur av størsta jøkli á europeiska meginlandinum, Jostedalsbreen. Sognefjord er heimstaður fyri serlig søvn, listaskálar, søgulig støð og stavkirkjur – stavkirkjan á Urnes í Luster er á listanum hjá UNESCO fyri varðveitingarverdan arv.

Kvernsteinsparken, Hyllestad (Kvarnarsteinsgarðurin) In Kvernsteinsparken (Millstone Park), Hyllestad © Frank Bradford In Kvernsteinsparken (Millstone Park), Hyllestad © Frank Bradford Zoom

Um leið 700 e.Kr. fóru menn so smátt at høgga grót á Hyllestad, og síðan tók hetta dik á seg til eitt undan-ídnaðarligt stig við vørum, sum fóru út um stórar partar av Europa, tá ið víkingatíðin var um at enda. Fleiri av krossunum fram við strondunum, eisini tann við Eivindvík, eru gjørdir úr kvarnarsteinsgróti frá Hyllestad. Gøtur í garðinum vísa tær á leivdirnar frá hesum gamla ídnaði – ben, har steinar vórðu tiknir, síggjast klárt og týðiliga, og nógvastaðni liggja steinar har teir vórðu tiknir upprunaliga.

Skúlabørn á staðnum læra ymiskt um víkingatíðina, og sum liður í eini ætlan, ið hevur til endamáls at bera søguna og kunnleikan um arbeiðið við kvarnarsteinunum víðari við hjálp at virknari luttøku og egnum royndum, eru tey ferðaleiðarar fyri vitjandi. Tá ið túrurin nærkast endanum, fært tú høvi at síggja tey arbeiða og at royna víkingamat, ið eru tilgjørdur  yvir eldi. (www.kvernstein.no)

KUNNING TIL VITJANDI

Gulatinget Millennium Site er opið alt árið.

Túrar við ferðaleiðara eru frá Millennium Site og Eivindvik. Vilt tú bíleggja, skalt tú ringja 00 47 57 7820 06 ella telduposta til gulatinget@gulen.kommune.no

Bátur siglir eisini úr Bergen. Far á www.fjordkysten.no at fáa meir at vita

Teldupostur: stiftinga@jensbua.no 

Tlf.: 00 47 57 73 90 20

Location

Contact Info

Gulen kommune,
5966 Eivindvik 
Tel: 00 47 57782006 
Fax: 00 47 57782099
Email: gulatinget@gulen.kommune.no

UPPRUNI/NAVNALÝSING

À norrønum Gulaþing: tingið á gulanum

At taka niður

Verkætlanarfíggjan