» Skip to content

Tinganes, Føroyar

Hellan á Tinganesi innan fyri Molan í Havn hevur verið heimstaður hjá føroyska løgtinginum í meir enn túsund ár.

Upprunaliga var tingið á Tinganesi eitt alting, ein almennur fundur, har allir frælsir menn í Føroyum kundu hittast at tingast og taka avgerðir um felags mál. Seinni gjørdist tað løgting við løgmanni sum leiðara og tinglimum úr øllum landinum, sum hvør umboðaði sítt øki.

Ting varð hildið á hvørjum sumri og varð skjótt knýtt at ólavsøku, ið verður hildin 29. juli. Upprunaliga varð tingið hildið úti á Nesinum, men við tíðini varð tað flutt í eitt av smáu húsunum í gomlu Havnini.

Frá 1274 virkaði løgtingið eftir norskum lógum, sum Magnus Lógbøtari hevði skipað fyri, umframt nøkrum serligum føroyskum lógum sum eitt nú tær í Seyðabrævinum frá 1298.

Móti endanum av 17. øld var ávirkanin hjá løgtinginum farin at minka og valdið hjá kongsins embætismonnum farið at vaksa. Í 1816 var tingið avtikið, og Føroyar gjørdust danskt amt, sum vórðu stjórnaðar av amtmanni og hansara embætismonnum. Men í 1852 varð tingið endurstovnað, og nú er tað okkara lóggávuting við 33 tinglimum.

Nú á døgum heldur løgmansskrivstovan til í Skansapakkhúsinum, einum av bygningunum úti í Tinganesi. Elstu húsini í býnum eru á hesum plássi, summi teirra eru heilt frá 14. øld og onnur frá 17. og 18. øld., og fólk býr framvegis í teimum. Nakrar helluristingar eru at síggja á klettunum. Ført hevur verið fram, at summar av hesum ristingum hava samband við tað virksemi, ið fór fram á tingi.

Vártingini, sum vórðu hildin úti um landið

Umframt at høvuðstingið varð hildið í Havn á hásumri, vóru Føroyar eisini skiftar í seks smærri ting: Suðuroy, Sandoy, Vágoy, Streymoy, Eysturoy og Norðuroyar. Á hesum støðum vórðu tingfundir hildnir um várið, men ein heimild er um heystting. Fundarstaðirnir itu mangan okkurt við ting ella dóm sum t.d. Tinghellan and Dómheyggjar.

Økistingini høvdu lægri tign, og mál kundu verða skotin inn fyri hægri rætt á altingið ella løgtingið, men hetta varð ikki altíð gjørt, og fleiri dómar, sum bæði snúðu seg um likamliga revsing og deyðarevsing, vórðu staðfestir og útintir á økistingunum. Avrættingarstaðir eru tí á flestu tingstøðum.

Í summum bygdum varð tingið hildið inni, men søgur siga frá um støð langt úti í haganum, sum fólk halda hava verið tingstaðir í gamlari tíð. Í fýra av teimum gomlu tingøkjunum eru heimildir um gamlar tingstaðir, sum ikki vóru nærhendis nakrari búseting, men nær gøtum, sum knýttu bygdir saman. Í Suðuroy og Norðoyggjum eru tingstaðirnir uppi í fjøllunum, men í Sandoynni og Eysturoynni eru teir í láglendi. Á sama hátt sum høvuðstingið í Havn er mitt í Føroyum, so eru hesir gomlu tingstaðirnir mitt í sínum øki við høgligast farleið hjá øllum at koma á staðin. Tá tingstaðir vórðu fluttir til bygt øki, var tað í flestum førum til næstu bygd.

Nøvn, ið vísa til gálgar eru at finna í fimm av tingøkjunum, og í øllum førum eru nøvnini nærhendis søguliga tingstaðnum heldur enn tí gamla. Gálgar vórðu vanliga settir á eina høvd, so teir sóust væl. Tað var av týdningi, at so mong fólk sum gjørligt sóu teir við sínum egnu eygum, so tey vistu, hvat hendi tí, ið gjørdi álvarslig lógarbrot.

Ørðavík on Suðuroy © Arne Thorsteinsson Ørðavík on Suðuroy © Arne ThorsteinssonZoom Suðuroy

Tingið varð hildið í bygdini Ørðavík mitt í oynni, og gamli tingstaðurin var í fjøllunum oman fyri bygdina. Tað verður sagt, at limirnir í tinginum settu tjøld síni upp í Tjaldavík, sum er eitt petti sunnan fyri bygdina.

Sandoy

Tingøkið fevndi um oyggjarnar, Sandoy, Skúvoy og Dímun. Tingið kom saman í Trøðum, einum bóndagarði heima á Sandi, har ein steinur við navninum Tingborðið framvegis er at síggja. Longri eystri millum tvey vøtn er gamli tingstaðurin millum Vatna sagdur at vera.

Vágoy

Søguligi tingstaðurin var við Rygsgarð í Miðvági. Á Giljanesi á markinum millum bygdirnar báðar Miðvág og Sandavág er ein stórur steinur, ið eitur Gálgasteinur og bendir á, hvar gálgin einaferð hevur staðið.

Tingborði (the Thing Table) on the farm í Trøðum in Sandoy © Frank Bradford Tingborði (the Thing Table) on the farm í Trøðum in Sandoy © Frank BradfordZoom Streymoy

Hetta var ivaleyst fólkaríkasta tingøki í landinum og fevndi um Streymoynna, Nólsoy, Hest og Koltur. Tingstaðurin var í Kollafirði, har eitt av húsunum eitur í Tinggarðinum. Nakað burtur frá bygdini var ein gálgi, og søgur eru eisini um, hvussu dømdir kundu bjarga sær sjálvum, um teir kláraðu yvir til hann.

Eysturoy

Eysturoyartingið var á Selatrað. Søgan vísir á ein stóran stein nevndur Tingsteinur, men tingið man ivaleyst hava verið hildið inni. Niðri við fjøruna er staðanavnið á Gálga. Søgulig skjøl vátta, at ein tjóvur varð hongdur á Selatrað í 1626. Gamli tingstaðurin verður hildin at hava verið nakað burturfrá á einum staði nevnt Stevnuválur.

Norðuroyar

Tingið í bygdini Vági, sum seinni gjørdist til Klaksvík, fevndi um norðaru oyggjarnar, Borðoy, Kalsoy og Kunoy og Viðoy, Svínoy og Fugloy eystanfyri. Gamli tingstaðurin í fjøllunum norðan fyri Klaksvík er so nær miðjuni á økinum, sum til ber. Ein stórur steinur, róptur Tingsteinur, stendur har, og kring hann eru smærri steinar.

HVAT ER NÆRHENDIS?

Tórshavn

Nordic House, Tórshavn © Frank Bradford Nordic House, Tórshavn © Frank BradfordZoom Tórshavn er ein skundmikil býur við hópin av hotellum, matstovum, kaffistovum, ølstovum og bókasavni við wi-fi ella interneti umframt eini rúgvu av søvnum, ítróttahentleikum, viðalundum, gongutúrum og handlum. Kunningarstovan, ferðafólkamiðstøðin í miðbýnum, veitir tær hjálp og neyðugar upplýsingar, umframt kort, ferðaætlanir, lýsingabløð og ferðaminni (www.visittorshavn.fo). Býurin hevur eitt bland av gomlum og nýggjum bygningum. Norðurlandahúsið er eitt gott dømi um modernaða byggilist og hýsir eini røð av mentanarligum tiltøkum.

Gamla Havnin

Gamli býurin er frá Tinganesi niðan á Vaglið í miðbýnum í Havn, har Føroya løgting og Tórshavnar býráð eru. Fá eina kenslu av gomlu Havnini við at fara til gongu gjøgnum eina túsund ára søgu frá tingstaðnum, har føroyingar hittust seint í 9. øld, og fram við gomlum pakkhúsum, sum kongligi einahandilin átti, eftir krókutum gøtum við smáum tjøraðum húsum við hvítum sprossum og flagtekju og niðan til Løgtingshúsið, bygt 1000 ár seinni í 1856.

Skansin 

Magnus Heinason bygdi fyrsta skansan á Skansanum í 1580. Tveir aðrir skansar vóru gjørdir á Tinganesi, fyri at verja handilin móti álopum frá sjónum og av landi. Hesum vórðu tó ikki langt lív lagað, og í staðin fyri tann næst Tinganesi kom eitt pakkhús 1740, og seinni gjørdist tað sethús. Síðan 1957 hevur landsstýrið átt bygningin, sum hýsir løgmansskrivstovuni, og aðrar grannabygningar.

Kirkjubøur

St Magnus Cathedral and modern parish church, Kirkjubøur © Frank Bradford St Magnus Cathedral and modern parish church, Kirkjubøur © Frank BradfordZoom Kirkjubøur er ein av Føroya best umtóktu ferðamálum. Í miðøld var hesin staður landsins kirkjuligi og mentanarligi miðdepil. Biskupssetur var her til siðaskiftið miðja 16. øld, tá ið føroyska kirkjan varð avtikin. Múrurin, Magnusarkatedralurin og hin eldra sóknarkirkjan, Ólavskirkjan, og flagtakta roykstovan, eitt av elstu timburhúsum í heiminum, verða mett millum týdningarmiklastu arvalutir í Føroyum. Roykstovan er eini 700 ára gomul bóndahús, sum standa á sama stað sum biskupssetrið, og nú býr 17. ættarlið av somu familju her. Eitt lítið savn museum og sóknarkirkjan eru opin hvønn dag alt summarið og verða upplatin um veturin, um biðið verður um tað. (busstúrar við ferðaleiðara: www.tora.fo)

Vestmannabjørgini

Ein siglitúrur undir Vestmanna bird cliffs er eitt mást hjá einum og hvørjum ferðafólki.  Summarhálvuna eru túrar fleiri ferðir um dagin, um veðrið ikki er til hindurs fyri tí.

Mykines

Hví ikki vitja fjarskotnu oynna Mykines; eitt paradís fyri fuglafjepparar. Einaferð var tað ein stór bygd í blóma, men í dag búgva bara nøkur fá fólk í oynni alt árið, men um summarið kemur lív í, tá ið sjófuglur í túsundavís og ferðandi koma til Mykinesar. Náttúran er framúrskarandi, og tú mást fara tær ein túr millum lunda, ið reiðrast, tá ið tú fert hugnaliga túrin út í Hólmin til vestasta vita í Føroyum. Á hesum stórfingnu klettum eigur einasti súlustovnur í landinum.

Far til Mykinesar við báti úr Sørvági ella við tyrlu av flogvøllinum. Mykines er vestasta oyggj í Føroyum, og umráð í veðrinum og brim elva viðhvørt til broytta ferðaætlan, sum ilt er at siga nakað um frammanundan. Oyggin hevur eisini eitt lítið gistingarhús, eina kaffistovu og vesi.

KUNNING TIL VITJANDI

Vitja Føroyar

Føroyar hava ógvusligt landslag, óspilta náttúru og eitt framúrskarandi djóralív, sum fáa fólk úr øllum heiminum at koma higar. Tú sleppur heilt nær at lunda, súlu og drunnhvíta og tí harðføra seyðinum og teimum smáu rossunum. Njót friðin, kvirruna og róliga lívsháttin og tak til tín av serligu mentanini og søguni.

Føroyar hava í stóran mun líðir eystureftir og brøtt bjørg vestureftir. Landslagið er hugtakandi, fjøllini við grønu brekkunum eru rivin upp við skursli og homrum – risastór løg úr basalti, sum komu orsakað av gosvirksemi fyri 60 mió. árum síðan. Hvør landspartur, norðast úr Ennibergi og suður til vitan í Akrabyrgi, hevur síni eyðkenni og serdrøg.

Ein gonguferð gevur tær eina sanna mynd av Føroyum. Oyggjarnar eru lítlar, hægsta fjall er Slættaratindur og er bara 882 m, men lendi er grýtut og avbjóðandi. Hinvegin ber eisini til at fiska síl og laks í áum og vøtnum ella tú kanst royna teg við tráðuni í fjørðinum ella við djúphavsfiskiskapi. Um tú vilt hava meir ferð á frítíðina, so hví ikki surfa ella rógva kajakk?

Søga og mentan

Føroyska málið er av norrønari rót, og oyggjarnar hava eina sterka kvæðasiðvenju, sum er latin ættarliði eftir ættarlið av mannamunni. Eitt av serstakastu mentanareyðkennum er føroyski dansurin, sum við sínum serliga stevi verður dansaður í ringi, meðan kvøðið verður um kongar og kappar, og summi kvæði eru fleiri hundrað ørindi. Ert tú listafjeppari, so er Listaskálin eitt mást; og til teirra, ið hava serligan áhuga fyri tekning, máling ella myndatøku, verða ferðir gjørdir við tí endamáli, at tú kanst fordjúpa teg í hesi evni.

Ólavsøkudagur er 29. juli og er tjóðarhátíð. Almenna tingsetanin verður hátíðarhildin henda dag við eini røð av siðareglum umframt øðrum skemti og stuttleika í høvuðsstaðnum. Messur og festivalar eru á nærum hvørjari oyggj og í fleiri bygdum, og serliga væl umtóktar eru stevnurnar við kappróðri. Í juli er sandurin í Gøtu karmur um fantastiska G! Festival – ein tónleikafestivalur, sum lokkar føroysk og útlendsk tónleikanøvn til sín, eins og Summarfestivalurin í Klaksvík eisini ger tað. 

Ferðast í Føroyum

Til ber at ferðast aftur og fram millum Havnina og flestu støð sama dag. Regluligt ferju- og busssamband er á meginøkinum, og knapt so títt til útjaðaran og smærru oyggjarnar. Eitt gott vegakervi og tunlar knýta bygdir saman, og undirsjóvartunlar og brýr binda stóru oyggjarnar saman.

Eisini er ein rættiliga bílig tyrlutænasta við flúgving tríggjar dagar um vikuna um veturin og fýra dagar um summarið, men fólk á útoyggj hava framíhjárætt, og ikki ber til at bíleggja ferðaseðil aftur og fram.

Ferðaætlan til buss, ferju og tyrlu: www.ssl.fo, tyrluflúgvingin sæst eisini á: www.atlantic.fo

Ferðast til Føroya

Góðir møguleikar eru at ferðast til Føroya. Eftir vikuligu vetrarskránni siglir M/F Norrøna millum Hirtshals (Danmark), Tórshavn (Føroyar) og Seyðisfjørð (Ísland), og siglingin verður títtari í summarhálvuni.

Atlantic Airways koyrir við vetrar- og summarskrá, soleiðis at um veturin verður flogið tvær reisir um dagin til Keypmannahavnar, tvær ferðir um vikuna til Billund (Danmark) og Reykjavíkar (Ísland). Flúgvingin verður títtari um summarið, umframt at flogið verður tvær ferðir um vikuna til Aalborg í Danmark, til Noregs og London.

Location

Contact Info

Kunningarstovan í Tórshavn
Vaglið 4
P.O.Box 379
FO-110 Tórshavn

tel +298 30 24 25
fax +298 31 68 31
torsinfo@torshavn.fo

Visit Faroe Islands
Bryggjubakki
P.O. Box 118
FO-110 Tórshavn
info@visitfaroeislands.com

UPPRUNI/NAVNALÝSING

Á norrønum þinganes: Nesið, har tingið varð hildið

Verkætlanarfíggjan