» Skip to content

Tingwalla, Orknoyggjar

GOMLU TINGSTAÐIRNIR Í ORKNOYUM

Tingstaðirnir á Orknoyum eru heldur gátuførir. Fáar upplýsingar eru um teir, og tað, ið vit vita, stavar í høvuðsheitum frá gomlum søgum, tjóðminnum og heimildabrotum.

Dingieshowe © Frank Bradford Dingieshowe © Frank BradfordZoom Orknoyinga søga vísir í mongum førum til tingfundir í Orknoyum. Høvdingarnir í oyggjunum hittust mangan á hesum fundum, og semja í trætum millum jallar, ið lógu í stríði við hvør annan, var eisini fingin á tingi. Ting vóru serliga hildin um várið og heystið, og hóast upplýsingar um stað ikki altíð eru, so man meginlandið hava verið best dámdi fundarstaðurin.

Tvey staðanøvn eru enn á døgum, ið benda á tingstaðir. Tingwall er á vesturfastlandinum á markinum millum kommunurnar, Rendall og Evie, og Dingieshowe er á eysturfastlandinum á markinum millum kommunurnar, Deerness og St. Andrews.

Víkingarnir á Tingwall brúktu ivaleyst grasgrónu toftirnar eftir ein broch (ein rundur bygningur líkur einum torni, ið verður tíðarfestur til jarnøld) sum tingstað. Ein stórur grønur heyggur við trøpputum umhvarvi næst vegnum til ferjufarstøðina sæst enn á døgum. Hann liggur væl fyri við útsýni til Rousay, Wyre og Egilsay, sum einaferð í 12. øld var heimstaður hjá víkinginum, Sveini Ásleifssyni. Orknoyinga søga sigur frá, at farbróðir Sveins, Helgi, búði á Tingwall, og hildið verður, at tað er hesin staður, sum er umrøddur í søguni í sambandi við fundir.

Dingieshowe endurnýtir eisini ein gamla forsøguligan varða. Einaferð um 300 f. Kr. varð ein brochur bygdur oman á ein stað frá síðsteinøld, sum hevði verið í nýtslu 3000 ár frammanundan. Nógv ár seinni var avtoftaði brochurin nýttur sum tingstaður. Munnbornar mentir á staðnum siga frá einari heksabrenning á Dingieshowe; skølturin skal fleiri ferðir hava verið at sæð á sondunum við Dingieshowe.

Aðrir forsøguligir staðir hava eisini verið settir í samband við lógarsamtyktir og –avtøku. Størsta savn við rúnasteinum í Stórabretlandi er at síggja í gravarvarðanum  við Maeshowe frá síðsteinøld – ein staður, sum UNESCO hevur skrásett sum varðveitingarverdan arv. Eingin veit við vissu, um ting varð hildið á staðnum, men ført hevur verið fram, at bakkin kring heyggin, hevði verið ein fyrimyndarlig girðing. Kirkjan í Stennes er nærhendis, og søga hennara gongur aftur í miðøld, tá ið sáttmálar vórðu staðfestir við lógvataki gjøgnum Stone of Odin (Óðinsstein) og kundu verða settir úr gildi aftur við at ganga gjøgnum kirkjuna.

KIRKWALL OG ST. MAGNUS KATEDRALURIN

St Magnus Cathedral © Frank Bradford St Magnus Cathedral © Frank BradfordZoom Í 12. øld gjørdist Kirkwall umsitingarmiðdepil í Orknoyum. Orknoyinga søga nevnir fleiri ferðir, at fundir verða hildnir í býnum, eisini í St. Magnus katedralinum.

Katedralurin hevði týdning bæði sum kirkjuligur og rættarligur miðdepil. Skjøl prógva, at hann hevur verið nýttur bæði sum rættarsalur og marknaður, og hetta verður staðfest við eini røð av forvitnisligum sermerkjum inni í bygninginum. Har eru stigin hjá bøðlinum, eitt gálgatvørtræ og enntá eitt fongsul. Tað varð rópt Marwick’s Hole, og her vórðu brotsmenn settir, áðrenn teir vórðu stillaðir fyri rættin og hongdir.

Katedralurin var nærhendis Market Cross (Marknaðarkrossinum), har fólk vórðu brend á báli. Upprunaligi krossurin er í norðara tvørskipi á katedralinum og ein eftirgerð úti á Kirk Green (Kirkjufløttinum)

Staðanøvn veita eisini upplýsingar um gomlu rættarskipanina í Orknoyum. Gálgarnir og kyrkingarpelin vóru beint við katedralin á Gallows Ha’ (Gálgaheyggi) ovast á Clay Loan. Sagnir siga frá, at Thieves Holm (Tjóvahólmur) við víkarmunnan einaferð var heimstaður friðleysar tjóvar og gívrar. Plássið, sum einaferð var kent sum Parliament Close ella Tingtúnið (har bústaðurin Albert Street 6 er), verður eisini hildið at vera gamal tingstaður. Eitt Parliament House ella Tinghús var eisini nærhendis.

KUNNING TIL VITJANDI

Vitja Orknoyar

Orknoyar eru oyggjaflokkur, ið telur 70 oyggjar og sker 10 km í ein landnyrðing úr eystasta punkti á skotska fastlandinum. Oyggjarnar eru grønar og vakurt vallaðar við bergtakandi strond, ið fevnir um alt frá fjøru, bakka til brattastu fuglabjørg, stórfingnum djóralívi og einum ríkidømi av søgu og fornfrøði, sum er at undrast á.

Maeshowe © Frank Bradford Maeshowe © Frank BradfordZoom Orknoyar hava verið bygdar í meir enn 6000 ár. Á vesturmeginfastlandinum er eitt hitt størsta síðsteinaldarlandslag í Europa. Kent undir heitinum Hjartað á síðsteinaldar Orknoyum fekk hetta stað tign frá UNESCO sum varðveitingarverdur arvur, tí tað varð viðurkent at hava sama virði sum pýramidurnar í Egyptalandi. Í miðjuni er halgimyndarligi Brodgarringurin, sum varð bygdur um leið 2500-2000 f. Kr. Hesin hugtakandi steinringurin, sum er umgirdur av verjugarði og grift, hevur framvegis 27 av teimum upprunaligu 60 steinunum. Nærhendis eru toftirnar av einum øðrum jarðarverki, einum sokallaðum “henge monument”, nevniliga teir miklu Steinarnir í Stennes. Støð mett sum varðveitingarverdur arvur fevna eisini um heimskenda Skara Brae, eina forsøguliga bygd, sum er merkiliga væl varðveitt, og Maeshowe, ein av kendastu gravbúðum í Europa. Við útgrevstrinum á Brodgarnesinum kemur alsamt meir av søguni um hetta gandakenda landslag fyri ein dag.

Tá ið víkingarnir komu til Orknoyar løgdu teir meir enn bara søgur sínar eftir seg. Fleiri staðanøvn hava norrønan uppruna, og framvegis hoyrir tú ávirkanina av máli teirra í dagsins talaða málføri. Víkingagripir sum teir, ið vórðu funnir við Skaill í Sandwick, og bátsjarðarferðin við Scar vísa, hvussu rík og samansett mentan teirra var.

Orknoyar høvdu ein týdningarmiklan leiklut í báðum heimskríggjum. The British Grand Fleet hevði stóru náttúruhavnina í Scapaflógvanum sum sína norðaru miðstøð undir fyrra heimsbardaga. Serliga sært tú slóðina eftir annan heimsbardaga við at fara um Churchill-byrgingarnar, vegirnar, ið knýta saman Mainland og South Isles. Italskir krígsfangar, sum hildu til á oyggjunum Barray og Lambholm, gjørdu byrgingarnar. Slóðin eftir teir er tað Italska kapellið, mest vitjaða ferðamannamál í Orknoyum.

The Ring of Brodgar stands in the Heart of Neolithic Orkney  © Frank Bradford The Ring of Brodgar stands in the Heart of Neolithic Orkney © Frank BradfordZoom The city and Royal Burgh of Kirkwall er høvuðsstaður og umsitingarmiðdepil í Orknoyum. Til ber at vitja, keypa, eta og gista nógvastaðni í miðbýnum. Orkney Museum í Tankerness House (www.orkney.gov.uk/Service-Directory/S/orkney-museum.htm), eitt framúrskarandi býarhús hjá einum (skotskum) jarðardrotti hýsir eini sýning, ið lýsir 5.500 ára longu søguna hjá Orknoyum frá síðsteinøld til nútíðarliga samfelagssøgu. Hinumegin St Magnus Cathedral eru the Bishop og Earl’s Palaces (www.historic-scotland.gov.uk), tvey av allarbestu dømunum um byggilist í Skotlandi. Tá ið tú nú ert her, so hví ikki vitja Highland Park, norðasta brennivínsvirki í Stórabretlandi, ella støkk inn á gólvið á Orkney Wireless Museum (www.orkneywirelessmuseum.org.uk), sum rekir søguna aftur til fyrstu heimaútvørpini og krígstíðarsamskiftið í Orknoyum.

Hugnaligi býurin Stromness er næststørsti býur í Orknoyum. Virðislønta Pier Arts Centre (www.pierartscentre.com) er í miðbýnum, og savnið (www.orkneycommunities.co.uk/stromnessmuseum) veitir eina framúrskarandi lýsing av orknoysku siglingarsøguni.

Kom higar 

Lætt er at koma til Orknoya bæði loftvegis (www.flybe.com) og sjóvegis frá annaðhvørt Aberdeen, Scrabster, (www.northlinkferries.co.uk), Gill’s Bay (www.pentlandferries.co.uk) ella við strandfaraskipi frá John O’ Groats (www.jogferry.co.uk)

Far á www.orkneyferries.co.uk, um tú vilt hava meir upplýsingar um strandfaraskipini.

Location

Contact Info

St Magnus Cathedral
Custodian
Broad Street
Kirkwall
Orkney
KW15 1NX
Tel: 00 44 1856 874894

Visitor Information
Email: info@visitorkney.com

UPPRUNI/NAVNALÝSING

Á norrønum þingvöllr: fløtan við tingstaðin

Verkætlanarfíggjan