» Skip to content

Tingwall, Hetland

Nesið við norðara enda á Tingwall Loch verður nevndur Tingaholm og var fundarstaður hjá hetlendska tinginum til einaferð síðst í 16. øld.

Tingwall Kirk © Davy Cooper Tingwall Kirk © Davy Cooper Zoom Sjálvt um vit hava skjøl um tingfundir á Tingwall frá 1307 og frameftir, so er einasta heimild um tingfund á hólminum eitt bræv, ið er tíðarfest til 1532. Hildið verður, at tingfólk hava sitið kring eitt óslætt borð úr gróti á hólminum, og restin av fundarfólkinum hevur verið í brekkuni niðan fyri kirkjuna. Í vánaligum veðrið kom tingið ivaleyst saman inni í kirkjuni.

Einaferð var Tingaholm ein veruligur hólmur í vatninum, sum bara slapst til eftir eini grótbyrging. Í 1850-unum minkaði vatnið, og hólmurin fekk tað skap, hann hevur nú. Eftir 1774 vóru grótsessirnir tiknir upp fyri at fáa meir gras at bíta, men toftirnar eftir byrgingina síggjast enn dagin í dag.

Í 1570-unum flutti Robert Stewart jallur tingið til Scalloway, men í 1577 varð tingstaðurin nýttur enn eina ferð, tá ið meir enn 700 hetlendingar komu at kæra um fútan, Lawrence Bruce, fyri kongligum umboðsmonnum úr Edinburgh.

Smærru tingini í Hetlandi

Tú sært alt fyri eitt, at óvanliga stórt tal av sóknanøvnunum í Hetlandi eita okkurt við ting. Hvørt einasta teirra bendir á, at her varð ting einaferð hildið.

This site in Dale, Delting is believed locally to be the site of the Dale thing © Frank Bradford This site in Dale, Delting is believed locally to be the site of the Dale thing © Frank Bradford Zoom Flestu nøvnini vísa til bygdir, Aith í Aithstingi, Dale í Deltingi, Sand í Sandstingi og Lunna í Lunnastingi. Á summum av hesum plássum vóru sóknarkirkjur, og sannlíkt er, at múgvandi fólk hava búð á hesum plássum.

Onnur ting-nøvn eru í gomlum skjølum, men eru burturløgd. Gnípnaþing kemur fyri í skjølum tíðarfest til 1510 og 1682. Navnið merkir tingið við nípurnar (á norrønum merkir gnípa – eitt høgt og bratt berg), og munnmentirnar siga, at tað er knýtt at økinum nær bygdini Neap í landnyrðingspartinum av sóknini Nesting. Nesting sjálvt er eisini eitt tingnavn, og merkir tingið við nesið. Vit vita ikki við vissu, hvat nes víst verður til, men tað kann vera forbergið, har Neap er.

Þvætaþing og Rauðarþing eru bæði at finna í skjali frá 1321. Þvætaþing kann hava verið á vestursíðuni í tí økinum, har fleiri staðanøvn eru við liðinum twatt (á norrønum merkir þveit – ein grøni millum grót ella trø). Staðanavnafrøðingurin Jakob Jakobsen skeyt upp, at Rauðarþing vísti á pláss við Northmavine, sum varð rópt . Hetta navn sæst aftur í North Roe, norðasta stað á hesum øki. Fyri stuttum varð skotið upp, at tað í grundini vísir til tingið við Reafirth (upprunaliga Ræðarfyrðe), sum var gamla navnið á Mid Yell.

Local folklore tells us that the thing met at this promontory in Neap, Nesting © Frank Bradford Local folklore tells us that the thing met at this promontory in Neap, Nesting © Frank Bradford Zoom Eitt skjal er til um eitt ting, sum er komið saman á Gardie í Mid Yell á jóansøku í 1538. Hesin tingfundur vísir, hvønn týdning hesi smærru tingini hava havt. Í hesum føri var løgsøgumaðurin í Hetlandi hjástaddur saman við løgrættumonnum av Yell og Unst, tólv metingarmonnum og enntá einum kongsins umboðsmanni.

Tað eru ikki bara tingnøvnini, ið eru knýtt at lóg og rætti. Navnið herra (herað) vísir eftir øllum at døma til okkurt, ið sýnist vera eitt eldri umsitingarligt býti. Ein gomul siðvenja skjalfest á Fetlar í 1890-unum váttar, at oyggin einaferð varð skift í trý minni øki, og eitt teirra verður nevnt Herra. Hvørt øki segðist hava havt sítt egna ting. Herra eru eisini í Yell, Lunnasting og Tingwall.

HVAT ER NÆRHENDIS?

Tingwall Kirk

Umframt at vera tingstaður í Hetlandi var Tingwall miðstøð hjá dómpróstinum í Hetlandi. Núverandi kirkja varð bygd í 1788, men hildið verður, at kirkja hevur verið á staðnum síðan 12. øld. Kirkjugarðskapellið verður hildið hava hoyrt til gomlu kirkjuna.

The Murder Stone

Beint við vegjaðaran við sunnara enda á Loch Tingwall er ein steinur, sum sigst vera staðurin, har Henry jallur av Orknoyum og hansara menn drópu systkinabarnið Malise Sperra í 1389 – ivaleyst í einum stríði um valdið í Hetlandi.

Scalloway Castle © Davy Cooper Scalloway Castle © Davy Cooper Zoom Scalloway

Bygdin Scalloway er beint oman fyri 3 km frá Tingwall. Hentleikar á staðnum fevna um handlar, mat og drekka, gisting og vesi.

Borgin í Scalloway

Scalloway Castle Borgin varð bygd við tvingsilsarbeiði í 1599 til Patrick Stewart jall. Tey síðstu árini, tingið virkaði (tað, sum varð flutt frá Tingwall fyrst í 1570-unum), kom tað saman í stóru høllini á borgini. Síðsti tingfundur er skrásettur at vera í 1608. Í minni enn 100 ár búði nakar í borgini, sum nú á døgum onga tekju hevur og er í varðveitslu hjá Historic Scotland og opin fyri almenninginum.

Scalloway Museum 

Í grannabygninginum Scalloway Museum er ein hugtakandi sýning um krígsbrøgdini hjá hetjunum á norska Hetlandsbussinum. Bygdin gjørdist teirra loynistaður undir øðrum heimsbardaga.

Shetland Museum and Archives © Davy Cooper Shetland Museum and Archives © Davy Cooper Zoom Lerwick

Lerwick, høvuðsstaðurin í Hetlandi er bara 11 km frá Tingwall. Hentleikar á staðnum fevna um handlar, gisting, mat og drekka, posthús, sjálvtøku, supermarknað og kunningarstovu.

Shetland Museum and Archives

Shetland Museum and Archives í Lerwick eru dyrnar inn til serstaka arvin og mentanina í Hetlandi. Yvir 3000 lutir siga sína søgu saman við røddum og myndum frá skjalagoymsluni, tá ið vitjandi verða leidd meir enn 6000 ár aftur gjøgnum søguna og hoyra um jarðfrøðiliga upprunan í Hetlandi til nýggjari tíð.

KUNNING TIL VITJANDI

Vitja Hetland

Lonely Planet hevur Hetland sum eitt av heimsins bestu ferðamannastøðum, og Hetland hevur alt frá einum framúrskarandi fjøltáttaðum djóralívi til stórfingin landsløg og eina ríka og livandi mentan. Við síni 6000 ára gomlu søgu, 138 sondum og á leið 19 tíma dagsljósi summarmánaðirnar hevur Hetland okkurt til øll.

Jarðfrøði

Í 2010 fekk Hetland Global Geopark tign sum viðurkenning fyri sín ótrúliga jarðararv. Við sínum elligomlum havbotnum og sløknaðum eldgosum munnu næstan allar jarðfrøðiligar tilgongdir, ið fólk vita um, vera at finna her, og tað ger Hetland til eitt hitt mest fjøltáttaða jarðfrøðiliga staðið í Europa.

Mousa Broch, part of the Crucible of Iron Age Shetland © Davy Cooper Mousa Broch, part of the Crucible of Iron Age Shetland © Davy Cooper Zoom Fornfrøði

Hetland kann vísa fram nøkur fornminni, sum hava altjóðaligan týdning. Gakk um meir enn 4000 ára gamla søgu á Jarlshof, vitja best varðveittu jarnaldarbygd í Norðureuropa við Old Scatness og far ein túr út á Mousa, heimsins mest fullfíggjaða 2000 ára gamla broch. Hetlendska fortíðin er rist í hvønn klett, frá forsøguligum húsum og gravum til langhúsini hjá víkingunum. Alt er her og bíðar eftir at verða sætt.

Náttúra

Hetland er eitt paradís hjá teimum, ið dámar djóralív. Fá eyga á hval og otrar fram við strondini, finn sjáldsamar arktiskar plantur og vitja stórfingnu sjófuglastovnar okkara og hygg at lundunum, bara ein av meir enn einari millión fuglar, sum vitja strendur okkara hvørt ár. Heimskenda hetlendska pinkurossið er at síggja allastaðni kring oyggjarnar. Tað er á biti fram við vegjaðaranum ella í lyngvaksna lendinum, og hóast tey tykjast vill, so eigur og heldur hetlendski traðarmaðurin tey øll.

Mentan

Mentanin í Hetlandi er rík og fjøltáttað. Vit hava eina langa siðvenju við samstarvi við Norðurlond, og enn dagin í dag hoyrir tú norrøna arvin í talaða málførinum og sært tað í staðanøvnum okkara. Flagg okkara, ið er ein samanrenning av skotska andrasarkrossinum og norðurlendska krossinum, endurspeglar bondini til bæði Skotlandi og Norðurlond. Oyggjarnar eru kendar fyri sín tónleikaarv og fyri at ala gávuríkar tónleikarar. Hetland er vertur fyri eini røð av tónleikafestivalum alt árið, íroknað heimskenda Shetland Folk Festival. Somuleiðis er ein árligur film- og bókafestivalur og sjálvandi Up Helly Aa, kendi eldfestivalurin í Hetlandi. Vanligur ídnaður – bóndaskapur og fiskivinna – er við sama lag. Sjálvt um modernað tøkni hevur loyst fleiri av gomlu arbeiðsháttunum av, ber kortini til at síggja teir í brúki summastaðni. Ein onnur kend vøra úr Hetlandi er ullvøra okkara, og henda ótrúliga heimliga siðvenja verður hildin uppi við útflutningi av ullvørum frá Fair Isle knitwear og Shetland Fine Lace.

Kom higar

Lætt er at koma til Hetland bæði loftvegis (www.flybe.com) ella sjóvegis (www.northlinkferries.co.uk

Innanoyggja flogferðsla, oyggja- og bygdaleiðir: www.zettrans.org.uk

Location

Contact Info

Promote Shetland
Shetland Museum & Archives
Hay's Dock
Lerwick
Shetland
ZE1 0WP

Tel: 00 44 1595 989898
Email: info@shetland.org

UPPRUNI/NAVNALÝSING

Á norrønum þingvöllr: fløtan við tingstaðin

At taka niður

Verkætlanarfíggjan