» Skip to content

Hvat er eitt ting?

Ting, sum stavar frá norrøna þing, eru teir gomlu fundarstaðirnir, sum eru okkara felags norrøni arvur, ið er at síggja um alt Norðureuropa.

Sagt verður um tey, at tey eru upprunin hjá víkingunum til fólkaræði, tí tey vóru ein roynd at seta á stovn eina umboðandi skipan, so fólk kundu koma til sættis um ósemjur á einum óheftum fundi heldur enn við blóðhevnd og harðskapi.

Týdningurin og góða móttøkan, sum skipanin fekk, hevði við sær, at tey vórðu flutt úr norðurlendsku heimlondunum til víkingabúsetingar í øllum Norðureuropa. Vit fáa eyðmerkt fleiri staðir við staðanavni teirra so sum thing, ting, ding og fing. Nøkur dømi eru Gulating (Noregi), Tingwalla (Svøríki), Þingvellir (Ísland), Tinganes (Føroyar), Tingwall (Hetland og Orknoyar), Dingwall (Skotland), Tynwald (Man) og Fingay Hill (Ongland).

Tá ið víkingarnir og norrønu niðursetufólkini settu búgv á nýggjum støðum, høvdu tey siðir og rættarskipan heimanífrá við sær. Politiskar avgerðir vórðu tiknar á tingi, lógir hildnar uppi og trætur loystar. Valdsharrin á staðnum og løgsøgumaðurin (løgmaður ella sorinskrivari) høvdu eftirlit við tingingunum. Løgsøgumaðurin skuldi minnast og duga at siga lógirnar. Á summum tingum, sonevndum altingum, høvdu allir frælsir menn rætt at atkvøða. Á øðrum sonevndum løgtingum tulkaðu ríkið og nærsamfelagið lógina í felag.

Tingið var eisini miðdepil fyri átrúnaðarligt virksemi umframt handil og umbýti. Á Tingvøllum í Íslandi síggjast toftirnar eftir búðirnar enn dagin í dag. Handilsmenn brúktu tær, tá ið teir handlaðu við fólk, ið var komið til tingfundar.

Tingskipanin við lógarvaldi og valdsbýti livir sítt fríska lív. Fleiri ting virka framhaldandi. Íslendska lóggávutingið eitur framvegis Alting, tað norska verður nevnt Storting, og tað føroyska rópt Løgting. Tingið á Man, sum verður kallað Tynwald, heldur framvegis miðsummarting á hvørjum ári á tingheygnum Tynwald Hill.

Í eini tíð við alsamt størri altjóðagerð og globalisering er tingsøgan ein áminning um ein elligamlan tørv á dygdargóðum lógarskipanum og fríum orðaskifti og týdninginum av at greiða ósemjur uttan at fara til hendurs.

Nýggjastu tíðindi

RSS

The THING Sites GeoTour

The THING Project has teamed up with the folk over at geocaching.com to create an official Thing Sites GeoTour.

Verkætlanarfíggjan